Stjørnan vann stórsigur á Neistanum

Stjørnan vann stórsigur á Neistanum
SMS-deildin: Stjørnan gjørdi bart í toppdystinum ímóti Neistanum, og við einum knúsandi 11 máls sigri tóku klaksvíkingar annað plássið frá vertunum, sum hava tapt tveir á rað
10.11.2026 - 08:30

Stjørnan smurdi Neistan av í Havn og yvirhálaðu havnarliðið á stigatalvuni.

Klaksvíkingarnir eru nú á 2. plássi, meðan Neistin, sum hevur tapt stórt tvær ferðir á rað í landskappingini, nú er nummar trý.

Neistin byrjaði væl í Havn, men steðgaði upp, og tá Stjørnan skoraði sjey á rað, hugdu tær ikki aftur um seg aftur og vann heili 35-24.

Mina Sirdal Henriksen skoraði 11 mál fyri Stjørnuna, og málinum gjørdi Julie Vanggaard Christensen lívið súrt fyri neistakvinnurnar við fleiri góðum bjargingum.

 

Høllin á Hálsi, Havn (SMS-deildin, 9. umfar)

Neistin - Stjørnan, 24-35 (12-20)

Toppskjúttar, Neistin: Eivør í Stórustovu 5, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 4, Fríða Jógvansdóttir á Dunga 3, Ró Reginsdóttir 3

Toppskjúttar, Stjørnan: Mina Sirdal Henriksen 11, Sarah Spangsmand Madsen 7, Tóra Eliasen 7

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688