- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gud signi Føroyar
Fyri summi er kristindómurin og tann kristni gudurin ein livandi veruleiki. Fyri onnur finst eingin skilagóð grundgeving fyri, at ein gud finst, og at kristindómurin er sannleikin.
Í hesum sætta og seinasta partinum í røðini Gud signi Føroyar hitta vit felagið Gudloysi og ein sonevndan trúarverjuskúla í Nesvík, sum lærir ung at verja kristnu trúnna, tá onnur finnast at.
Men í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn leggja tey dent á, at tann kristna trúgvin byggir á upplivingar heldur enn grundgevingar. Og vit eru á sandinum í Fuglafirði, har fleiri hundrað ung frá alskyns samkomum fylkjast í bøn.
Lagt til rættis: Heini í Skorini.
Gud signi Føroyar
Sending frá 2018.
Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?
Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.
Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.
Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.