- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Á Leitisvegi á Glyvrum búgva Trygvi Joensen og Elsa Færø Joensen. Húsið var í 70unum eitt satt marglætishús, sum vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen lat byggja. Og júst 70ara marglæti sæst framvegis í dag, tí í húsinum finna vit eitt nú vatnkranar úr gulli og ein svimjihyl. Í Bø hava Hanna Müller og maðurin umvælt eini gomul sethús til frítíðarhús. Húsið, sum er meir enn 150 ára gamal, er fjórða húsið, sum á sinni bleiv bygt í Bø. Her møtir nýmótans innbúgv aldargomlum lutum í hugnaligu húsunum, har familjan kann taka sær av løttum.

Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.









