Lýsingar og kunngerðir í útvarpinum

Lýsingar og kunngerðir í útvarpinum

Treytir fyri kunngerðir og handilslýsingar

Treytirnar, fyri upptøku, eru, at kunngerðirnar fylgja vanligu treytunum, og at greiðir upplýsingar um hvør hevur sent (navn - ikki bert avsendaraadressa) og telefonnummar eru við.

Handilslýsingar

Handilslýsingar eru lýsingar við handilsligum endamáli og kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar, sum eru settar saman av ljóði og talu. Lýsingar kunnu sendast sum teldupostur.

Prísir fyri ljóðlýsingar:

600 kr. (upp til 10 sekund lýsing)

800 kr. (upp til 15 sekund lýsing)

1000 kr. (upp til 20 sekund lýsing) 

1400 kr. (upp til 30 sekund lýsing)

Yvirlit: Senditíðir, freistir og lisnar lýsingar

  Senditíð Innlatingarfreist Lisnar lýsingar  
Mán.-frí. kring sendingar 11:30 sama dag 50 kr./orð  
Leygardag kring sendingar 17:30 fríggjadag 50 kr./orð  
Sunnudag kring sendingar 17:30 fríggjadag 50 kr./orð  
Náttina Kring sendingar 11:30 sama dag 30 kr./orð  

Fyri hvørja handilslýsing verður kravt 100 kr. í grundgjaldi. Prísirnir eru uttan MVG. 

Vilt tú frætta nærri, set teg so vinarligast í samband við Malenu Klemmentsen ella Biritu Háskor, telefonnummar +298 34 75 00.

Kunngerðir

Kunngerðir eru lýsingar við kunnandi endamáli. Lýsingar um ávís tiltøk í sambandi við felagsarbeiði, mentan o.t. verða roknaðar sum kunngerðir. Nærri upplýsingar fáast frá útvarpinum.

Yvirlit: Senditíðir, freistir og kostnaður

  Senditíð Innlatingarfreist Kostnaður
Mán.-frí. 12:35 og 18:00 11:30 og 17:30 sama dag 30 kr./orð
Leygardag 12:35 og 18:00 13:30 leygardag 30 kr./orð
Sunnudag 14:10 og 18:00 13:30 leygardag 30 kr./orð

Fyri hvørja kunngerð verður kravt 75 kr. í grundgjaldi. Kunngerðir um andlát og jarðarferðir verða lisnar uttan kostnað. Eykagjald fyri kunngerðir aðrar senditíðir er 100%. Prísirnir eru uttan MVG.

Hevur tú spurningar, set teg vinarligast í samband við Malenu Klemmentsen ella Biritu Háskor, telefonnummar +298 34 75 00.

Sí eisini Reglugerð fyri handilslýsingar og kunngerðir