Fyrsti løgmaður í heimastýrinum

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum - 3. partur
21-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.

Andras Samuelsen gjørdist sýslumaður í Fuglafirði í 1910. Tá høvdu hann og Beate fingið tríggjar synir. Í 1913 kom einasta dóttirin.

Eftir at Andras hevði tapt fólkatingsvalið í 1915, gjørdist hann í 1917 landstingsmaður, og í 1918 eydnast honum at endurvinna fólkatingssessin.

Sjálvstýrisflokkurin fær sama ár meiriluta á tingi, og Jóannes Patursson verður landstingsmaður.

Eitt hart stríðsmál hesa tíðina er spurningurin um føroyskt sum frálærumál í skúlanum, og eisini vilja sjálvstýrismenn hava broytt grundlógina, so Føroyar fáa meira sjálvræði.
Í

1924 fer Oliver Effersøe frá sum formaður í Sambandsflokkinum, og Andras tekur við sessinum.

Andras er fólkatingsmaður til 1939. Undir seinna heimsbardaga samstarva hann, Petur Mohr Dam og Louis Zachariassen serliga væl við amtmannin, Hilbert.

Tá landsstýri verður skipað í 1948, verður Andras løgmaður og situr til 1950.

Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum

Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður í føroyska heimastýrinum frá 1948 til 1950. Sendirøðin um Andras Samuelsen lýsir lívið hjá Andrasi frá tí, at hann verður føddur, til hann doyr í 1954. Samstundis er hon ein lýsing av teirri stremban og teimum stríðum, sum eru í samfelagnum hesi árini. 

Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.
21-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.
14-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman
07-10-2025