Nógv nýggj rák gjørdu vart við seg, tá talan var um altjóða myndlist í 1920-árunum, samstundis sum tjóðarbyggingin hevði stóran týdning fyri føroyskar listarmálarar í 1920-árunum, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur og stjóri á Listasavni Føroya.
Føroysku listamálarnir, ið gera vart við...
seg um hetta mundi, eru fyrst og fremst Jógvan Waagstein, Kristin í Geil og Niels Kruse, samstundis sum Sámal Joensen, seinri Sámal Joensen-Mikines, og William Heinesen eisini eru virknir.
Í 1928 letur løgtingið Sámal Joensen-Mikines eitt stipendium, so hann kann fara í skúla á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn, og í 1932 vendur Sámal Joensen-Mikines aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving.
Kvinnurnar gera vart við seg
Flora Heilmann, ið varð fødd í 1872, var prestafrúa og búði eitt skifti eitt á Viðareiði. Í 1920-árunum fekk hon eitt stipendiat frá løgtinginum til at avmynda tað gomlu Havnina. Hon fer undir hetta arbeiði í 1930-árunum og úrslitið gjørdist 57 vatnlitsmyndir av eitt nú gomlu Havnini og kirkjum.
Flora Heilmann gjørdist eisini vinkona við journalistin Elizabeth Taylor, sum ferðaðist um allan heimin og eisini í Føroyum. Fyrri veraldarbardagi hevði við sær, hon ikki slapp av aftur landinum fyrrenn nøkur ár seinri. Og hon teknaði og málaði eisini, eins og bókin, ið hon legði úr hondum, fekk heitið "The Far Islands and Other Cold Places - Travel Essays of a Victorian Lady".
Eitt skifti búði Elizabeth Taylor í Miðvági, har hon vegleiddi Mikkjal á Ryggi í at tekna, og hetta hevði við sær at hann fór at myndprýða sínar egnu útgávur, samstundis sum hann eisini fór í holtur við stórslidnu Fuglabókina.
Í 1923 fer Birgitte Johannesen, hvørs familja er frá Vestmanna, men flutt til Havnar, til Onglands at lesa akvarellmálari, har ið hon fær góð skoðsmál, samstundis sum hon eisini fær fleiri virðislønir.
Í 1925 fer hon á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har ið hon er næmingur til 1928. Henni dámdi væl at fara út í náttúruna at mála, samstundis sum hon hevði ein serligan hug til at mála Føroyar og tað føroyska landslagið. Men við tað, at hon búði í Danmark, ferðaðist hon ofta til Føroyar um summarið, her hon málaði alt summarið.
Men tað vóru ikki øll, sum hildu tað vera í lagi at ein kvinna arbeiddi við list, og hetta vóru eisini atfinningar, sum Elinborg Lützen og Ruth Smith fingu at hoyra. Tá var tað eisini trupult hjá einari kvinnu at liva av listini eina, og Birgit Johannesen hevði eisini eitt annað starv við síðuna av.
Bauhaus og art deco
Í kjalarvørrinum av íðnaðarkollveltingini í 1800 talinum, bær til at byggja við nýggjum tilfari so sum stáli, armeraðum betongi og stórum glasfløtum, og hetta lat upp fyri heilt nýggjum møguleikum, tá talan er um arkitektur.
Tann sonevndi modernaði arkitektururin tók seg upp um aldarskiftið 18/1900, og talan er um jugendstílin, sum var í hæddini frá umleið 1880 til 1915; art nouveau, ið tók seg upp í 1890-árunum; og art deco, sum gjørdi vart við seg í 1920- og 1930-árunum.
Í 1920- og 1930-árunum finna vit harumframt funktionalismuna, sum eisini verður nevnd modernisma, og í gerandismáli í Norðanlondunum funkis.
Í 1920-árunum vóru tað trý sløg av funktionalismu, sum gjørdu vart við seg: Tann russiska konstruk-tivisman, hollendski De Stijl, og tann týski Bauhaus-skúlin, ið varð stovnaður í 1919 av arkitektinum Walter Groupius.
Bauhaus skúlin, sum umfataði arkitektur, listhandverk og sniðgeving, varð stovnaður í týska býnum Weimar. Og hetta hendi í samband við eina samanlegging av listhandverkaraskúlanum og listaháskúlanum í Weimar, sum annars er merktur av at vera ein umsitingar-, lista- og útbúgvingarbýur.
Í 1925 flutti Bauhaus til Dessau, har Walter Groupius í 1928 varð avloystur av arkitektinum Hannes Meyer, og tvey ár seinri ? í 1930, tók arkitekturin Louis Mies van der Rohe við sum leiðari.
Í 1932 flutti Bauhaus skúlin til Berlin, har skúlin árið eftir lat aftur eftir trýsti frá nazistunum.
Walter Groupius, sum stovnaði Bauhaus, varð føddur 18. mai 1883 og hann lat eyguni aftur 5. juli í 1969 - 86 ára gamal. Og Groupius, ið hevði bæði týsk og amerikonsk ættarbond, og sum hevði stóran týdning fyri menningina av funktionalismuni, telist millum størstu arkitektarnar í 20. øld.
Vit skifta orð við Albert Isfeld, arkitekt, um týdning, ið Walter Groupius og bauhaus skúlin hava havt.
Eisini verður nomið við art deco.
Fyrsta plátuútgávan á føroyskum kom út í 1928
Fyrsta plátuútgávan á føroyskum varð sungin av finsku sangarinnuni Signe Liljequist, og útgivin av tveimum dønum. Á plátuni finna vit sangirnar Árla var um morgunin (Flóvin Bænadiktsson), Rura, rura barnið og Óluvukvæðið (Góða veitslu at gera).
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur og ph/d lesandi í tónleiki, sigur okkum søguna um hesa útgávuni, eins og vit eisini spæla brot av plátuni.
Tú kanst hoyra sendingina her!