Útheimurin

Tann 29-ára gamli maðurin, sum koyrdi á og drap átta fólk í New York, var í rættinum í gjár, har hann greiddi frá atsóknini, sum hann framdi fyri IS

Tíðarritið Forbes hevur kunngjørt listan av valdsmiklastu kvinnum í heiminum. Angela Merkel er ovast á listanum sjeynda árið á rað

Í nýggjastu frágreiðingini frá altjóða veðurlagsstovninum, WMO, stendur, at CO2-innihaldið er á einum støði, sum man ikki hevur sæð fyrr

Átta fólk lótu lív í gjár í eini atsókn í New York, tá ein vøruvognur koyrdi á fólk sum vóru til gongu og á súkklu tætt við World Trade Center

Fyrrverandi uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Donald Trump, forseta, George Papadopoulos, hevur játtað seg sekan í at hava logið fyri FBI

Spanskir miðlar vilja vera við, at Carles Puigdemont og fimm aðrir katalonskir politikarar fara at biðja um friðskjól í Belgia

Ein fyrrverandi leiðari í valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, og ein felagi hansara eru settir í húsavarðhald ákærdir fyri skattasvik og ráðagerð

Aðalskrivari í NATO, Jens Stoltenberg, sigur Norðurkorea vera eina hóttan ímóti øllum heiminum, og at NATO tekur undir við strangari tiltøkum

Facebook upplýsir, at russiskir agentar hava lagt 80.000 greinar á Facebook frá juni 2015 til august í ár

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--media_video.teaser.tpl.php

Síður