Brúgv rapað: Eftirlitið var ikki nóg gott

Brúgv rapað: Eftirlitið var ikki nóg gott
Nú finst Danilo Toninelli, ráðharri í samferðslumálum, harðliga at fyritøkuni Autostrade, sum hevur ábyrgdina av at halda gjaldsvegin við líka.
 
15.08.2018 - 15:15

Í Italia eru 38 fólk deyð, tí Morandi-brúgvin í býnum Genova rapaði í gjár.

Nú finst Danilo Toninelli, sum er ráðharri í samferðslumálum, harðliga at fyritøkuni Autostrade, sum umsitur og hevur ábyrgdina av at halda gjaldsvegin við líka.

- Stjórnin í fyritøkuni eigur at leggja frá sær beinanvegin, heldur ráðharrin.

Fyritøkan rekur í alt trýtúsund kilometrar av vegi í Italia.

Tað var ein motorvegsbrúgv í 100 metra hædd oman fyri partar av Genova, sum rapaði í gjár.

Størsti parturin rapaði yvir eina á í býnum, men hús og verksmiðjur vóru eisini rakt. Brúgvin var bygd í 1967.

Samferðslumálaráðið í Italia sigur seg nú fara at kanna aðrar vegir og brýr, sum eru bygdir um sama mundi.

Eftir øllum at døma hevur eftirlitið við brúnni ikki verið nóg gott.

Brúgvin var heldur ikki bygd til ta ferðslu, sum hevur verið á brúnni seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167