Útheimurin

Tað fer at taka nógvar vikur ella fleiri mánaðir at basa herviliga skógareldinum í Svøríki, meta flogskiparar, ið eru boðsendir at basa eldinum

Tá eitt ferðafólk í Avstralia datt niður ímillum eitt tok, vóru ferðafólk á jarnbreytarpallinum skjót at hjálpa. Tey lyftu tokinum á - við hondunum

Vanlukkuserfrøðingar hava nú fingið loyvi at koma framat staðnum, har flogfarið hjá Malaysia Airlines við 298 ferðafólki umborð datt niður 17. juli

25 fólk hava latið lív og 267 hava fingið skaða eftir ógvusligar gassspreingingar í býnum Kaohsiung, upplýsa myndugleikarnir á staðnum

440.000 av teimum 1,7 millónum íbúgvunum í Gazageiranum hava nú einki stað at búgva. Tað er ein avleiðing av stríðnum millum Ísrael og Hamas

Ein av yvirlæknunum, ið hevur staðið á odda at basa ebola-sjúkuni í Vesturafrika, er nú sjálvur deyður av herviligu sjúkuni

Tveir læknar, ið standa í fremstu røð at basa ebola-virusinum, stríðast sjálvir fyri lívinum, nú teir hava fingið herviligu sjúkuna

Serfrøðingar gera í dag enn eina roynd at sleppa framat flogfarinum, sum herfyri varð skotið niður í eystara parti av Ukraina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur lagt fram nýtt uppskot um vápnahvíld, sum snýr seg um ein humaniteran steðg, sum tað eitur

Ferðafólkaflogfarið, sum datt niður tíðliga hósmorgunin, er funnið í Mali, tætt við markið til Burkina Faso, upplýsa franskir myndugleikar

Síður