20 fólk deyð í tokvanlukku

20 fólk deyð í tokvanlukku
Ein ógvuslig tokvanlukka sunnarlaga í Italia hevur fyribils kravt 20 mannalív. Tíggjutals onnur hava eisini fingið skaða
20 fólk eru deyð í eini ógvusligari tokvanlukku í Suðuritalia, sum hendi um middagsleitið. Orsøkin til vanlukkuna er óviss enn
Mynd: AP  
 
12.07.2016 - 15:05

20 fólk eru deyð og 30 onnur eru flutt á sjúkrahús eftir eina ógvusliga tokvanlukku, sum hendi har suðuri í Italia um middagsleitið í dag.

Vanlukkan hendi á einum strekki millum býirnar Andria og Corato, nærhendis Ruvo di Puglia, í Suðuritalia, tá tvey tok rendu saman.

- Nakrir vognar eru heilt knústir. Bjargingarfólk royna at bjarga fólkum úr tokunum, sigur ein sløkkiliðsmaður á staðnum, sambært NRK.

Líkist eini flogvanlukku

Tokvanlukkan, sum hendi stutt eftir klokkan 11 lokala tíð í morgun, er so ógvuslig, at økið líkist einum vanlukkustaði, har flogfør vóru við.

- Tað er ein vanlukka, ið sær út sum har flogfar eru dottin niður, skrivaði Massimo Mazzilli, borgarstjórin í Corato, á Facebook fyri løtu síðani.

Bjargingararbeiðið er trupult, tí vanlukkan hendi á einum strekki, ið er fjart frá bygdum øki. Torført var tí at fáa hjálp til staðið, har vanlukkan hendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677