Fyrsta kvinnan í embætinum í 15 ár tekur nú við

Fyrsta kvinnan í embætinum í 15 ár tekur nú við
Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag, tá Theresa May tekur við eftir David Cameron, ið alment tekur seg aftur í dag
Theresa May tekur í dag við sum forsætisráðharri í Bretlandi eftir David Cameron. Seinast, Bretland hevði ein kvinnuligan stjórnarleiðara, var frá 1979-1990, tá Margaret Thatcher stóð á odda fyri bretsku stjórnini
 
13.07.2016 - 08:21

Ráðharraskiftið fer fram hjá bretsku drotningini á Buckingham Palace. Síðani verður avloysarin, Theresa May, kallað inn á slottið, har drotningin biður hana skipa nýggja stjórn.

Eitt av teimum fyrstu viðurskiftunum, ið nýggi forsætisráðharrin skal fáa í lag, eru ráðharrasessirnir, sigur Ole Helmersen, professari á Copenhagen Business School, CBS, við DR.

Sambært professaranum eigur Theresa May at hugsa seg væl um, tá hon skal gera av, hvørjar ráðharrar á hvørjum Brexit-vongum, hon velur í stjórnina.

Ætlar at savna flokkin aftur

Theresa May hevur sagt, at hon fer at gera tað, hon er ment at savna konservativa flokkin aftur. Ein máti at gera tað uppá, er at hava ráðharrar, ið umboða báðar veingir í flokkinum, sigur professarin.

Sambært BBC fer Theresa May millum annað at velja ein ráðharra, sum skal standa á odda fyri samráðingunum við ES um útliman úr felagsskapinum.

Væntandi fer Theresa May eisini at seta fleiri kvinnur í høg størv í nýggju stjórnini, sigur almenna bretska kringvarpið, BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804