Meg minnist

Jólagesturin: Tommy Petersen
29-12-2020
Jógvan Arge tosar við Tommy Petersen um jól og jólahald í ymsum londum, hann hevur starvast í síðanu aldarskiftið.

Fyrrverandi almannastjórin Tommy Petersen hevur seinastu 20 árini arbeitt fyri Danida í ymsum londum. Har hevur hann eisini havt høvi til at kunna seg jól og jólasiðir í londonum. Lagt varð fyri í Nepal í Asia um aldarskiftið. Seinni var hann hálvt ár í Basra í Iraq, har hann helt, at hann skuldi vera kommunustjóri. Familjan helt jól í Cairo í Egyptalandi. Seinni vóru Tommy og konan Maja í Egyptalandi nøkur ár. Hann skuldi læra egyptarnar at decentralisera leggja teimum lag á decentral-isera. Kanska mest forkunnuga uppgávan var í sjálvum Palæstina árini 2013-2016. Tey búðu í Eysturjerusalem, meðan Tommy arbeiddi í palestinska høvuðsstaðnum Ramallah. Á jólum vóru tey fleiri ferðir í Bethlehem. Sítt seinasta uttanlandsstarv hevði Tommy Petersen í Nuuk Grønlandi.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Signar á Brúnni í Fuglafirði. 3. sending.
17-10-2021
Jógvan Arge hittir Signar á Brúnni í Fuglafirði. 2. sending.
10-10-2021
Jógvan Arge hittir Signar á Brúnni í Fuglafirði. 1. sending.
03-10-2021
Jógvan Arge hittir Hans Jákup Hermansen í Havn. Triðja og seinasta sending
30-05-2021
Jógvan Arge hittir Hans Jákup Hermansen í Havn. Onnur sending
23-05-2021
Jógvan Arge hittir Hans Jákup Hermansen í Havn. 1. sending
16-05-2021
Jógvan Arge hittir Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík. Seinna sending
09-05-2021
Jógvan Arge hittir Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík. Fyrra sending
02-05-2021
Jógvan Arge hittir Jens Mohr í Havn. Fjórða og seinasta sending
25-04-2021
Jógvan Arge hittir Jens Mohr í Havn. Triðja sending
18-04-2021
Jógvan Arge hittir Jens Mohr í Havn. Onnur sending
11-04-2021
Jógvan Arge hittir Jens Mohr í Havn. Fyrsta sending
05-04-2021