Sí myndirnar: Hátíðarhildu ljósu tíðina við báli

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Í Havn verður summarstólstøðan á hvørjum ári feirað við báli á Sandágerði, sum skótarnir skipa fyri.  

Summarsólstøða er tað øvuta av vetrarsólstøðu, sum er 21. desember. Tað er, tá ið norðara hálva hellir mest burtur frá sólini. Tá er stytsti dagur hjá okkum á norðaru hálvu.

Í Danmark hátíðarhalda tey Sankt Hans aften 23. juni, sum í Føroyum verður kallað jóansøkan, og verður hildin í Suðuroy. Í grundini er tað eisini fyri at feira ársins longsta dag. 

Jóansøkan er ein katólsk høgtíð, sum er til minnis um føðing Jóhannesar doypara. Hann bleiv borin í heim eitt hálvt ár fyri Jesus, sambært Lukasevangeliinum 1.13, og er tiskil verður høgtíðin hildin 24. juni.

Í norðurlendskari siðvenju verður jóansøkan hátíðarhildin kvøldið fyri, so jóansøkan, ella Sankt Hans, verður hátíðarhildin 23. juni, júst sum jólaaftan verður hátíðarhildin dagin fyri jóladag. 

Tá ið jørðin er neyvt mitt ímillum vetrarsólstøðu og summarsólstøðu, eru várjavndøgur og heystjavndøgur. Tá eru nátt og dagur líka long um alla jørðina, og sólarljósið røkkur frá norðpólinum til suðurpólin. 

Siðurin at brenna bál longsta dag, er ein leivd frá einum heiðnum siði, sum er gjørdur til ein kristnan sið. Ljósið frá bálinum varð av prestum tulkað, sum eitt symbol upp á Jóhannus doyparan, sum varð útvaldur av Jesusi til at vera eitt ljós í einum myrkum heimi.  

Tað verður hildið, at jóansøkan er sprottin úr valborgarnáttini, sum er millum 30. apríl og 1. mai, tá ið gívarnar hittast á Bloksjalli. Valborgarnáttin er ein siðvenja, sum gongur heilt aftur til áðrenn kristindómin, og varð til fyri at hátíðarhalda yvirgongdina frá vetri til summar. 

Um tú hyggur væl eftir, so sæst kanska ein dreki ella hin grábeinti í eldinum á Sandágerði í gjárkvøldið. 

Orð eru fátøk. 

Bálið var stórt. 

Fólk sóu út til at njóta góða veðrið og hitan frá stóra bálinum í gjárkvøldið, tá røða varð hildin. Tórshavnar Manskór sang og skótarnir bjóðaðu kaffi. 

Onkur børn troystaðu sær at leypa á bláman...

... saman við kelidjórunum. 

Meðan onkur vaksin eisini spældu sær í sjónum. 

Her mangla bara kjøtbollarnir hjá Tony's. 

Onkur hevði funnið sær súkkluna fram í góðveðrinum. 

 

 

Er kopiera