Sí myndirnar: Fyrstu Glasir-pisurnar floygdar

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Í dag var ein stórur dagur á nýggja miðnámsskúlanum, Glasir, í Havn. Fyrstu studentarnir, sum hava gingið øll trý árini á skúlanum, fingu prógv. 

Hákun Poulsen úr 18x var tann allarfyrsta pisan, sum hevur gingið øll trý árini í Glasi, sum fekk húgvuna á høvdið.

Errin foreldur og pisur í hópatali í Glasi í dag, tá ið prógvhandan var.

Fyrstu Glasir-pisurnar hava ikki havt tað lætt. Hesi trý fyrstu árini hjá Glasi hava verið merkt av, at skúlin ikki var heilt liðugur, tá tey byrjaðu, og so hava korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og annað eisini merkt skúlagongdina,

Hóast nógva mótgangin hesi trý árini, so kundu stásiligu ungu fólkini fáa prógvið í dag undir nøkulunda vanligum umstøðum. 

Farsóttarnevndin mælti tó teimum ungu til at kanna seg áðrenn, um tey skuldu til størri privat og almenn tiltøk. Húgvan skal jú eisini feirast. 

Vakrar vóru tær, pisurnar, í føroyskum klæðum í alskyns litum. 

Rektarin, Steinbjørn Hardlei, var ein errin maður í dag, tá fyrstu studentarnir, ið hava gingið øll trý árini á Glasi, fingu prógv. Skúlin hevur onkursvegna staðið sína roynd. 

Rektarin ber fram røðu. 

Ein stórur dagur í lívinum hjá hesum ungu fólkum, sum nú skulu út at royna veingirnar í einum eitt sindur øðrvísi heimi - í øllum førum eina løtu afturat. 

Hans Olivur Joensen stjórnar kórinum 

Lærarakórið setti ein hugnaligan dám á løtuna á Glasi. 

Glasir vísti seg frá sínari fagrastu síðu í dag. Glæsiligi miðnámsskúlin hevur fingið nógv oman yvir seg millum ár og dag. Men í dag kundi hann sleppa fyrstu studentunum, sum hava gingið øll trý árini á skúlanum, leysum út at møta verðini. 

Koronafarsóttin hevur verið ein eitt sindur keðiligur viðleikari hjá pisunum, sum í dag fingu prógv. Í hálvtannað ár hevur korona verið regluligur gestur, ikki einans í føroyska samfelagnum, men eisini á Glasi. 

Prógvið. Eitt atgongumerki til eitt hav av útbúgvingum, sum bíða eftir ungu studentunum. 

Ein stórur lætti er tað at fáa prógvið. 

Endiliga. 

Errin foreldur, systkin og ommur og abbar. 

Trý góð, men eisini strævin, ár eru løgd afturum.  

Úrslitið av stríðnum skal líka kannast. 

HFarar fingu eisini prógv á Glasi í dag. 

Prógvhandanin er eisini ein stórur dagur fyri tey nærmastu hjá pisunum. 

Ein góð kensla. 

Eitt gott prógv, kanska? 

Ein góð løta. 

Ein góð røða. 

Ein stórsligin høll. 

Og eitt sera gott prógv. Tað besta nakrantíð, sigst. Tillukku við tí. 

Tey á náttúrubreytini takka fyri seg. 

Er kopiera