- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: U19-landsliðið heiðrað á Vaglinum
Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna eina altjóða ítróttarkapping.
Men tað var júst tað, ið U19-manslandsliðið í hondbólti gjørdi í Bulgaria sunnudagin, tá Føroyar vunnu EHF Championship-kappingina frammanfyri so frægar hondbóltstjóðir sum Hvítarussland, Kekkia og Slovakia.
Tí varð skipað fyri móttøku á ráðhústrappuni í Havn, har Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltsambandi Føroyar, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tóku ímóti og hildu røður.
Og Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði ikki fingrarnar ímillum, men lovaði U19-landsliðið eina altjóða góðkenda høll at spæla í um tvey ár ella so.
"Føroya Arena verður bygd í Hoyvík, og longu nú samstarva býráð og vinnulív um, hvussu farast skal fram, so vit fáa stórhøllina bygda við Stórutjørn í Hoyvík," segði borgarstjórin.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, flytur fram røðu. Umframt at standa á odda fyri HSF, so er hon eisini mamma at Róa og Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið vóru við á liðnum. Elis varð kosin besti leikari í EHF Championship-kappingini, men eisini má roknast millum bestu hondbóltsspælarar í heiminum í sínum árgangi.
Tað var ein tignarlig løta á Vaglinum í Havn, tá framúrskarandi U19-manslandsliðið í hondbólti varð heiðrað.
Nógv fólk vóru møtt at fagna U19-landsliðnum, og løtan skuldi varðveitast fyri eftirtíðina.
Ári Rouch, samskipari í Hondbóltssambandinum, er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri stóru menningina innan føroyskan landsliðshondbólt. Høgni Hoydal, løgtingslimur, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at kalla kommunur og íleggjarar saman at fáa upp í lag at byggja eina stórhøll.
"Um eini tvey ár kunnu vit hýsa øllum altjóða dystum, føroyskur ítróttur hevur brúk fyri at fáa spælt," segði ein væl upplagdur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá hann lovaði at byggja U19-landsliðnum eina stórhøll í Hoyvík.
"Føroya Arena verður bygd í Hoyvík, og longu nú samstarva býráð og vinnulív um, hvussu farast skal fram, so vit fáa stórhøllina bygda við Stórutjørn í Hoyvík."
Steypið ber vitnisburð um tað bragd, ið U19-manslandsliðið í hondbólti avrikaði í Bulgaria, tá teir spældu seg upp millum 16 tey bestu londini í Evropa. Sigurin í EHF Championship-kappingini merkir, at føroysku menninir sleppa at luttaka í EM-endaspælinum næsta ár.
Julian Johansen, venjari, Jens á Skipagøtu, liðleiðari og pápi Elias og Róa, og stóra stjørnan í føroyskum hondbólti, 19 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði 44 mál í fýra dystum í Bulgaria. Tað er púra vilt.
Málverjin Pauli Jacobsen, ið sæst fremst á myndini, spældi eina framúrskarandi kapping og varð eisini úttikin til All Stars-liðið eftir kappingina í Bulgaria saman við Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, flytur fram røðu.
Nógv kend andlit millum tey, ið vóru komin oman á Vaglið í Havn at fagnað U19-manslandsliðnum í hondbólti.
Einki hátíðarhald í Havn uttan ótroyttiliga ískoytið frá Havnar hornorkestri.
Horntónleikurin setti sín heilt serliga dám á løtuna á Vaglinum seinnapartin.
Bróðurparturin av leikarunum á U19-manslandsliðnum í hondbólti er úr H71, og Ragnar Rubeksen, lærari í Hoyvíkar skúla, hevur verið lærari hjá sjey av leikarunum. Fremst eru tað Mittún-brøðurnir, Óli og Pauli. Og aftanfyri eru tað Ragnar Karlsson, Baldur Gillason, Sakir Tróndarsson Frýdal, Ári Rúnason og Pauli Høj,
Pauli Jacobsen, málverji, og Pauli Høj heilsa upp á fólk á Vaglinum í Havn.
Familjurnar hjá ungu monnunum vildu gjarna hava eitt minni heimvið aftur av Vaglinum í Havn í dag.
Einans 16 ára gamli Óli Mittún verður av mongum roknaður sum eitt líka stórt hondbóltstalent sum Elias Ellefsen á Skipagøtu. Og so kann tað ikki koma óvart á nakran, at teir eru systkinabørn.
Jú, hatta er veruliga eitt gull-heiðursmerki.
Pauli Mittún við steypinum undir arminum. Pauli var ein av berandi kreftunum á U19-manslandsliðnum í honbólti, ið vann EHF Championship-kappingini og harvið tryggjaði sær luttøku til EM-endaspælið næsta ár. Serliga í verjuni var hann ein klettur.
|