
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Nýggi formaðurin í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum, UNR, fer at varpa ljós á spurningin, um at Føroyar, Grønland og Áland skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Jóhannis Erlendsson tekur við sum formaður í UNR næsta ár. Hann sigur, at ungdómsráðið hevur altið verið forsprákari fyri, at Føroyar, Grønland og Áland skulu fáa sjálvstøðugan limaskap.
Jóhannis Erlendsson sigur, at ber tað heldur ikki á mál at fáa sjálvstøðugan limaskap hesa ferð, eiga Føroyar at umhugsa sína støðu í norðurlendska samstarvinum. Og tað er eisini støðan í politisku skipanini í Føroyum, sigur hann.
Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Jóhannis Erlendsson í útvarpstíðindunum: