Tað, eg ynskti, at eg visti, tá eg fekk krabbamein

Tað, eg ynskti, at eg visti, tá eg fekk krabbamein
Tá Beinta Løwe fekk staðfest krabbamein, leitaði hon, sum eitt tað fyrsta, eftir kunning og vitan á føroyskum, men hon fann millum lítið og einki, og skrivaði tí eina bók.
 
26.10.2026 - 14:55

Tað er ein lítil bók, men samstundis ein týdningarmikil bók, sum Beinta Løwe hevur skrivað um sína søgu við bróstkrabba.

Krabbamein - tá ið lívið steðgar á, er heitið á bókini, sum byrjar við fyrstu mammografikanningini og sum endar við at Beinta Løwe fær boðini, at hon er frísk.

Um bókina sigur Beinta:

- Hetta er ein erlig bók, tí skalt tú skriva um krabbamein, so mást tú eisini skriva um tær torføru løturnar, tí tað eru sjálvandi tær, sum eru tær tyngstu, og so leggur hon afturat, at har sjálvandi eisini hava verið góðar løtur.

- Eg tosaði við onkran, sum segði tað vera eitt gott hugskot at skriva dagbók, so tað gjørdi eg eisini, sigur Beinta, ið hevur brúkt dagbókina sum grundarlag til útgávuna.

Sjálv saknaði Beinta tilfar á føroyskum, og hetta var orsøkin til, at hon valdi at siga sína egnu søgu, og sjálvt um vit kenna hana úr miðlunum í Føroyum, so er tað ta professionellu Beintu vit kenna og ikki privatpersónin, sum vit jú hitta í hesari bókini.

- Tað er sjálvandi ógvuliga løgið, og eg hevði ongantíð trúð, at eg skuldi skriva eina slíka bók, men til ber ikki at ganga og vísa á tað tilfar sum tørvur er á, tí tú mást royna at gera tað tú kanst sjálv.

a_4933-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723