MYNDIR: Serlógirnar verða avgreiddar fyri páskir

Løgtingið viðger í dag uppskotini um serlógir fyri flóttafólk úr Ukraina.

Lógaruppskotini hava til endamáls at tryggja flóttafólkum fyribils uppihaldsloyvi í tvey ár, til 17. mars 2024. Roknað verður við umleið 200 flóttafólkum úr Ukraina.

Flóttafólkini skulu fáa sama rætt til viðgerð á sjúkrahúsi sum føroyingar.

 

15,5 mió. kr.

Mett verður, at tað fer at kosta landskassanum 15,5 milliónir kr. at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina, og løgtingið er biðið um at játta pengarnar við eini eykajáttan.

Biðið verður m.a. um 5,3 milliónir kr. til undirvísing, fýra milliónir til heilsumál og góðar fimm milliónir til almannamál.

Uppskotini hava verið viðgjørd undir einum í tinginum seinnapartin, og tey hava sum heild fingið góða undirtøku.

Eftir fyrstu viðgerð fara málini í nevnd. Tingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, og ætlanin er at avgreiða málini fyri páskir.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í tinginum í dag:

 

 

 

 

Er kopiera