- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór myndareportasja: Í hølunum á Mette
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Dannebrog vundið í húnarhátt í Tinganesi í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og maður hennara, Bo Tengberg, við fylgi á veg út í Tinganes.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Rakul Nielsen, løgmansfrúa, taka ímóti.
Sambandið millum forsætisráðharraparið og løgmansparið tykist gott.
Nógv er á skránni, nú danski forsætisráðharrin er á vitjan, og tí er umráðandi at halda tíðina, tykist Rógvi Olavson, fulltrúi, at hugsa.
Ger so væl, talarastólurin er tín, sigur løgmaður við danska starvsfelaga sín.
Skipað varð fyri felagstíðindafundi, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skrivaðu undir eina yvirlýsing um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.
Meðan tíðindafundurin var innan fyri dyrnar í Tinganesi, fóru Bo Tengberg og Rakul Nielsen út í tún at hyggja nærri upp á arbeiðið at umvæla Stokkastovuna.
Helgi Mikkelsen, savnsvørður á forfrøðideildini á Tjóðsavninum, greiddi frá umvælingararbeiðinum.
Bo Tengberg, sum er filmsfotografur, var hugtikin av gomlu Stokkastovuni.
Danski forsætisráðharrin er væl vardur á ferðini í Føroyum, og tá ið tíðindafundurin í Tinganesi var liðugur, gekk leiðin út á Glasir.
Allastaðni har Mette Frederiksen fer, fara hennara lívverjar eisini.
Steinbjørn Hardlei, rektari, og Magni á Lakjuni, stjóri fyri yrkisrættaðum miðnámi, tóku ímóti á Glasi.
Danski forsætisráðharrin stígur úr snotiliga bilinum uttan fyri Glasir.
Hýrurin var góður á Mette Frederiksen og hennara fylgi, tá ið tey vitjaðu Glasir.
Rektarin var sum tikin úr leikum at greiða frá skúlanum, sum danska arkitektavirkið Bjarke Ingels Group hevur teknað.
Sermerkta legomodellið av Glasi fangaði eisini áhugan hjá gestunum.
Lívverjarnir hjá forsætisráðharranum hava allatíðina eitt vakið eyga við, hvat gongur fyri seg rundan um forsætisráðharran.
John Rajani, løgmansstjóri, var eisini við í fylginum hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Mette Frederiksen, forsætisráðharra.
Tað er ikki á hvørjum degi, at danski forsætisráðharrin er á vitjan í Glasi, so snildfonirnar vórðu ofta tiknar framm.
Hetta er tíðin, tá ið miðnámsskúlanæmingarnir fáa húgvuna á høvdið, og tað var eitt kærkomið høvi hjá Mette Frederiksen at tosa um munin á húgvunum í Føroyum og Danmark.
Glasir er glæsiligur.
Ja, har er langt niður, tykist Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, siga við Bo Tengberg.
Fjølmiðlarnir í bæði Føroyum og Danmark hava stóran áhuga fyri ferðini hjá Mette Frederiksen í Føroyum.
Føroyskir ungdómar fylgja væl við í donskum viðurskiftum, og tey vóru hugtikin av at fáa eitt so kent fólk sum Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á vitjan.
Mette Frederiksen er ungdómlig av lyndi, og hon hugnaði sær millum ungdómin á Glasi.
Steðgað var eisini á hjá handverkaranæmingunum.
Greitt verður frá møguleikunum, ið ung í Føroyum hava fyri at velja eitt meira yrkisrættað miðnám.
Føroyar eru eitt lítið land, verður ofta sagt, og sjálvandi rendu Rakul Nielsen, løgmansfrúa, og Bárður á Steig, løgmaður, seg eisini í sonin, ið gongur á Glasi.
Á timburbreytini hava tey bygt eina lítla útgávu av einum siðbundnum føroyskum hjalli, ið danski forsætisráðharrin var sera hugtikin av.
Ein sera góð og væl eydnað vitjan á Glasi er av.
Danska forsætiráðharraparið er sera væl koyrandi á vitjanini, tí tað syrgir Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sjálvur fyri.
Annan dagin varð vitjað hjá Ocean Rainforest í Kaldbak. Kaldbaksbørn vóru spent og tóku ímóti Mette Frederiksen.
Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, stóð sjálvur fyri at vísa fínu gestunum runt á virkinum, ið framleiðir úrdráttir úr tara. Her verður bíðað í spenningi eftir, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kemur fram.
Bo Tengberg og Mette Frederiksen.
Rakul Nielsen og Bárður á Steig Nielsen.
Ólavur Gregersen, stjóri, heilsar væl og virðiliga upp á danska forsætisráðharran.
Løgmaður og forsætisráðharrin eru komin at kennast væl og vóru millum annað saman til rokaliga fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli kvøldið fyri.
... og so til tað, ið vitjanin í grundini snúði seg um: Tara.
Ocean Rainforest alir tara á føroysku firðunum.
Burturúr taranum útvinnur Ocean Rainforest søl, tarabløð, tang og breiðbløðkutan sukurtara.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var "up close and personal" við taran.
Eftir vitjanina hjá Ocean Rainforest í Kaldbak gekk leiðin til Glyvrar og Bakkafrost.
Stóra virkið hjá Bakkafrosti á Glyvrum, har laksur úr øllum landinum verður meirvirkaður.
Reinføri er sera umráðandi í matvøruframleiðsluni, og tí slapp eingin undan at fara í hárnet.
... og veruliga eingin slapp undan.
Bakkafrost ger nógv burtur úr, at tað er eitt upplivilsi at koma á vitjan á virkinum, og at gestirnir fara væl upplýstir út aftur.
Sjálvandi var eitt virðiligt, og væl útvalt, umboð fyri Bakkafrost laksin eisini víst fram.
Tað er ikki bara bara at lyfta ein vælvaksnan alilaks.
Sjálvan var eisini borðreitt við..... ja, tú hevur gitt tað... laksi.
Danski forsætisráðharrin spurdi óført um laksarættirnar, ið borðreitt var við.
Oman á rundferð á virkinum og eitt ábit fingu donsku gestir eina gávu frá Bakkafrosti.
Áðrenn nakrar kravdar myndir vórður tiknar uttan fyri Bakkafrost.
Farvæl og takk.
|
|
































































