Sí myndirnar: 223 staðið prógv á Setrinum

165 fólk hava tikið prógv á Fróðskaparsetrinum í ár, og hetta er met, vísa tøl hjá lestrarskrivstovuni á Setrinum.

Síðani prógvini vóru handað í fjør, hava 58 staðið prógv, og tá tey eru tald uppí, er samlaða talið 223. 

125 fólk hava tikið prógv á bachelorstigi, 18 á masterstigi, og 22 fólk hava tikið onnur prógv, so sum hjánám, ískoytisprógv og annað.

Í ár er eisini fyrstu ferð, at fólk eru liðug við bachelorútbúgving í listaligum arbeiði og løgfrøði á Setrinum.

Átta fólk hava lokið bachelorútbúgving í listaligum arbeiði, og 12 fólk hava lokið bachelorprógv í løgfrøði.

Prógvini vóru handað á samkomu í Norðurlandahúsinum fyrrapartin.
 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera