- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Brúgv í Noregi skramblaði saman
Ein lastbilur og ein persónbilur vóru á Tretten-brúnni í Gudbrandsdalinum, tá hon í morgun skramblaði saman.
Myndir: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix
Lastbilsjaførurin mátti lyftast við tyrlu úr bilinum av einum bjargingarmanni.
- Støðan var álvarslig, serliga fyri teir báðar bilførararnar, men tíbetur spældi alt væl av, sigur Terje Krogstad frá politinum í fylkinum Innlandet, við norska Kringvarpið.
Brúgvin varð gjørd í 2012 og kom í staðin fyri eina gamla brúgv.
Nýggja brúgvin varð bygd úr límtræi og hevði líknandi konstruktión sum ein onnur brúgv í Norra, sum fór í knús í 2016.
Eftir kanningarnar tá, mælti norska Vegdirektoratet til, at júst henda brúgvin, sum nú fór í knús, varð styrkt - ikki tí, at nakað varð staðfest at vera galið við henni, men meira fyri at styrkja hana enn betur.
Seinasta eftirlitið, ið varð gjørt á brúnni, sum nú fór í knús, var 3. juni í ár.
Vegdeildin hjá Norska statinum sigur við NRK, at tá var ikki staðfest nakað, sum gjørdi, at hon var vandamikil at koyra á.
|