Emma: "Tónleikurin er mítt frírúm"

bannari
Emma: "Tónleikurin er mítt frírúm"
17 ára gamla Emma Marcher Højgaard lýsir seg sjálva sum fitta, empatiska og stuttliga, men eisini sum eina kensluborna unga kvinnu, ið torir at vísa, hvussu hon hevur tað
Tónleikurin hevur nógv at siga fyri Emmu, tí hann hjálpir henni at venda neiligum tankum og kenslu til okkurt jaligt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2026 - 20:00

Skrivað hevur: Rebekka Heðinsdóttir Hansen

 

Hoydalar er nýggj sjónvarpsrøð hjá Kringvarpi Føroya. Røðin gongur fyri seg í umhvørvinum í Hoydølum og er í fimm pørtum.

Í sendingunum møta vit ungum spírum, ið skulu tulka sangir hjá kendum føroyskum stjørnum. Í fyrstu sendingini velja tey hvør sín sang hjá Martini Joensen. 

 

"Morgun" stóran týdning fyri Emmu

Ein teirra er 17 ára gamla Emma Marcher Højgaard av Argjum, sum velur sangin "Morgun", ið er ein sangur, sum hevur stóran týdning fyri hana. 

"Morgun" er ein sangur, hon ofta vendir aftur til, tá ið hon kennir seg einsamalla ella er kedd.

Júst tí vil hon, at tulkingin skal vera so lýtaleys sum gjørligt, tá ið hon syngur sangin fyri Martini Joensen.

Kenslurnar koma tí eisini til sjóndar í sendingini. 


Kenslurnar sótu heilt uttan á hjá Emmu undir einari av mongu venjingunum undan framførsluni av "Morgun" fyri Martini Joensen (Mynd: úr "Hoydalar")
 

"Eg eri so bangin fyri at oyðileggja sangin," sigur ein kensluborin Emma undir einari av mongu venjingunum undan framførsluni fyri Martini Joensen. 

 

Ikki bangin fyri at vísa kenslur

Emma er uppvaksin í Føroyum, men býr í løtuni í Danmark, har hon tekur HF.

Hon hevur nógva familju í Danmark og helt tí, at tað var upplagt at royna okkurt nýtt uttanlands.

Sjálv lýsir hon seg sum fitta, empatiska og stuttliga, men eisini sum eina kensluborna unga kvinnu, ið ikki er bangin fyri at vísa, hvussu hon veruliga hevur tað. 

Skúlagongdin hevur ikki altíð verið løtt, men Emma er sera takksom fyri gamla flokslæraran hjá sær, sum m.a. lærdi hana at syngja framman fyri øðrum og at kenna seg sjálva betur.

Tónleikurin hevur í tí sambandi havt stóran týdning. 

”Tónleikur hevur hjálpt mær at sleppa úr einum myrkum stað. Tá eg syngi ella spæli ljóðføri, fara tankarnir eitt annað stað, og eg hugsi minni negativt.”

Emma

 

Vil arbeiða á einum barnaheimi

Hóast Emma ynskir at hava tónleik sum part av lívinum í framtíðini, droymir hon ikki um at gerast kend.

Hon vil varðveita sítt privatlív og heldur brúka tónleikin sum eitt frírúm – uttan ov nógv trýst. Samstundis hevur hon eina vón um at útgeva nakrar sangir í framtíðini. 

Í framtíðini sær hon fyri sær, at hon býr í Føroyum og arbeiðir sum námsfrøðingur á einum barnaheimi, har hon kann hjálpa børnum, ið hava verið fyri vansorgan. Men hon sær eisini fyri sær, at hon hevur eina kjarnufamilju sjálv. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Klaverkeyp var byrjanin

Tónleikurin fekk veruliga fastatøk á Emmu, tá ið hon keypti sítt egna klaver fyri konfirmatiónspengarnar.

Tá fann hon út av, hvussu stóran leiklut tónleikur hevði í lívi hennara – hóast hon altíð hevur lurtað nógv eftir tónleiki, ofta upp ímóti tíggju tímum um dagin. 

Fyri Emmu er tónleikur tí ikki ein dreymur um pallljós, men ein máti at vera til – eitt rúm, har hon kann vera tann, hon er.

Fyri hana snýr tað seg um at tora at fylgja sínum dreymum og gera tað, hon sjálv hevur hug til. 

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167