- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Lívligur valfundur í Glasi
Glasir í Havn var karmur um størsta valfundin í valdekninginum í Kringvarpi Føroya higartil.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Næmingarnir í Glasi møttu væl upp til stóra valfundin í atrium, sum er stóra høllin mitt í glæsiliga bygninginum.
Tey ungu vóru væl fyrireikað og vístu, at tey høvdu fylgt væl við í valstríðnum.
Øll pláss í stóra bygninginum vóru upptikin.
Una Joensen, rektari á Glasi.
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum.
Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar.
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er valevni fyri Fólkaflokkin. Elnar Rasmussen, bróður Una, er hjálparfólk hjá beiggjanum, ið bleiv blindur eftir eitt ferðsluóhapp.
Starvsfólk í kantinuni í Glasi tóku sær eisini tíð at fylgja við.
Fylgt var eisini við í ovaru hæddunum á Glasi, meðan valevnini royndu at sannføra áhoyrararnar um sínar politisku ætlanir.
Tað var sum sild í tunnu í atrium undir valfundinum.
Tróndur Olsen, journalistur, var bindilið millum valevnini og áhoyrararnar.
Krista Johnsdóttir Kreutzman, vertur, stýrdi við tryggari hond, soleiðis at øll valevnini sluppu til orðanna.
Altjóða LGBT-flaggið veittraði á Glasi sum eitt mótmæli móti, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og valevni fyri Miðflokkin, í Andglettinum segði, at tað kom ikki upp á tal at peika á ein samkyndan forsætisráðharra, um hann varð valdur á fólkating.
Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum er samkyndur og hevur bjóðað seg fram til at vera forsætisráðharri.
Spurt var beinleiðis til fosturtøkuspurningin, og um valevnini ætlaðu at gera nakað fyri at hjálpa teimum føroysku kvinnunum, ið kenna seg noyddar at fara til Danmark at fáa fosturtøku.
Valevnini vóru væl uppløgd og brúktu allar snildir í royndini at vinna sær neisur á mótvalevnunum.
Hóast val eru grundarsteinurin undir fólkaræðinum, og tey tí eru eitt álvarsmál, so kann tað eisini gott vera stuttligt.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og valevni fyri Sambandsflokkin, sat eisini millum tey ungu í atrium í Glasi í dag.
Sambandsflokkurin stendur til at fáa annan fólkatingssessin í nýggjastu veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya.
Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn, hevur altíð nógv upp á hjartað.
Lurtað varð við stórum áhuga eftir, hvat tey 12 valevnini ætlaðu sær á fólkatingi.
Líka eina viðmerking.
Líka ein spurning.
Líka eina lítla viðmerking.
Tey ungu spurdu eisini um valevnini ætlaðu sær at arbeiða fyri at betra um umstøður á psykiatriska deplinum, har bíðirøðirnar eru ov langar.
Líka ein spurning.
Nógvir hundraðtals næmingar vóru møttir til valfundin.
Ingilín Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin, hevur umhvørvið sum hjartamál, og tað gjørdi hon eisini vart við á Glasi í dag.
"De smukke unge mennesker," sang Kim Larsen, sáli, einaferð, og tað var sjáldan meira sigandi enn á Glasi í dag.
Yvirblikk er ofta gott, tá mann skal finna út av, hvønn mann skal velja.
Sig okkurt skvaldur, so verður tú valdur. Onkur hevur í øllum førum sagt okkurt stuttligt her.
Sálarheilsa var nakað, ið tey ungu vóru upptikin av, eitt nú um kensludjór, sum eru serlig kelidjór, ið kunnu hjálpa fólkum við sálarligum avbjóðingum.
Lurtað varð við sera stórum áhuga.
Líka ein spurning.
Ein stuttlig løta.
Sera stuttlig løta.
Absalon Áargarð, formaður í politistafelagnum, var eisini møttur til valfundin í Glasi, ið var almennur. Umstøðurnar hjá løgregluni í Føroyum hava verið eitt mál, ið hevur fylt nógv í valstríðnum.
Krista Johnsdóttir Kreutzman, vertur.
Tey ungu á Glasi vóru røsk at seta spurningar, ið hevur kanska manglað eitt sindur á øðrum miðnámsskúlum, har valfundir hava verið.
Og tey ungu vóru væl fyrireikað.
Steffan Klein Poulsen, valevni fyri Miðflokkin, undir umsjón av formanni floksins, Jenisi av Rana.
Tað verður klappað.
Og so var liðugt.
|
|


















































