Advokatur: Minnir um trumpismu

Advokatur: Minnir um trumpismu
Liljan Weihe, tingkvinna, spyr enn einaferð løgmann um tænastuboðini, sum Jacob Vestergaard gav Búnaðarstovuni. Jógvan Páll Lassen heldur, at landsstýrismaðurin er ógegnigur
04.09.2026 - 19:14

Málið um tænastuboðini, sum Jacob Vestergaard gav Búnaðarstovuni, fyri síðani at taka tey aftur, spøkir enn.

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spyr løgmann, um hann heldur, at tað er í lagi, at landsstýrismaðurin alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu boð umaftur, eftir at umsitingin eftir neyva viðgerð hevur mett tey at vera óheimilað.

Málið snýr seg um, at Jacob Vestergaard gav Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum um vatnið í Skálavík. Stutt eftir gav umsitingin hjá Jacob Vestergaard Búnaðarstovuni boð um, at tænastuboðini vóru tikin aftur. Jacob Vestergaard hevur síðani biðið Anfinn V. Hansen um eitt uttanhýsis løgfrøðiligt upprit, sum sigur, at landsstýrismaðurin hevði heimild til at geva tænastuboð. Við Dag og viku týsdagin segði Jacob Vestergaard, at um neyðugt, so fer hann aftur at geva tænastuboð í málinum um vatnið í Skálavík, hóast hansara egna umsiting sigur, at tað er lógarbrot.

 

Tænastuboð skulu vera lóglig

Sum útgangsstøði hava embætisfólk skyldu til at gera eftir boðum frá landsstýrismanninum. Tað sigur Kristina Samuelsen, advokatur. Men tað merkir ikki, at tey skulu fylgja øllum boðum.

- Tað mest víttgangandi undantakið er, at um tænastuboð inniheldur eina ólógliga handling ella gerð, so kann mann nokta.

Kristina Samuelsen nevnir eisini onnur dømi um starvsfólk, sum kunnu nokta at gera eftir boðum, t.d. um tey hava sakkunnleika.

- Lat okkum siga, at Jacob Vestergaard gav eini boð til skiparan á Smyrli um, at nú siglir tú til Suðuroyar, sjálvt um skiparin á Smyrli hevði lagt, tí at tað var óveður. Tí at hann metti, at tað var óforsvarligt. Tá vil skiparin vera ein sakkunnleiki, sum kann nokta at fara avstað, sjálvt um hann fær boð um, at hann skal avstað.


Landsstýrismaðurin er ógegnigur

Ein annar advokatur, Jógvan Páll Lassen, ivast ikki í, at Jacob Vestergaard ikki átti at givið tænastuboð til Búnaðarstovuna.

- Jacob Vestergaard er festari. Og sambært lóg um landsjørð, so hevur Búnaðarstovan eftirlit við Jacob Vestergaard. Og um Jacob Vestergaard kann geva Búnaðarstovuni tænastuboð, so dettur alt saman hjá mær ið hvussu so er, og tað eigur tað at gera hjá løgmanni eisini.

Hann greiðir frá, at tað kunnu vera truplar støður orsakað av, at landsstýrismaðurin er festari.

- Vit kunnu koma í ta støðu - hetta er sjálvandi teoretiskt - at Jacob Vestergaard misrøktar sínar festiuppgávur, og Búnaðarstovan sigur, at vit taka festið frá tær. So kann hann sum landsstýrismaður geva tænastuboð til Búnaðarstovuna; nei, tú skalt ikki taka festið frá Jacob Vestergaard. Tað merkir, at hann er ógegnigur í hesum málinum, so tað stendur eftirí.

-Tað, sum eg eri bangin fyri, tað er tað, at hetta minnir eitt sindur um trumpismu eftirhondini, at fyri tað, um mann situr sum landsstýrismaður, so meinar mann, at mann kann gera faktiskt akkurát tað, sum mann vil.

Sí innslag úr Degi og viku omanfyri.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776