Norðurlandaráðið fund í Føroyum

Fyri fyrstu ferð hevur Norðurlandaráðið havt fund í Føroyum.

Í gjár og í dag hava 250 tingfólk úr norðurlondum havt evnisfund á Hotel Føroyum í Havn, m.a. um trygdarstøðuna í Norðuratlantshavi, og serfrøðingar í hernaðarmálum hava havt framløgur. 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við spurninginum um at broyta Helsingfors-sáttmálan, ið er grundlógin hjá Norðurlandaráðnum, hevur eisini lagt sítt álit fram. 

Hetta málið verður viðgjørt á fundinum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík í heyst. 

 

© Bjarni Árting Rubeksen tók myndir frá fundinum hjá Norðurlandaráðnum á Hotel Føroyum

Norðurlandaráðið er eitt víttfevnandi samstarv, ið eisini fevnir um fleiri mál. Ein týðandi partur av norðurlandaráðsfundunum er tulkarnir, ið tryggja, at øll skilja tað, ið verður sagt.

Trygdin í Norðuratlantshavi var eitt av evnunum á norðurlandaráðsfundinum, og NATO var umboðað á fundinum. Her er tað norska Sandra Stahl, hjálparheryvirmaður, ið er nærmasti ráðgevi hjá Louise Dedichen, NATO-varadmirali.

Í Norðurlandaráðnum hava limirnir skipa seg í tingbólkar tvørturum londini. Her eru tað limir í sosialdemokratiska-tingbólkinum (S-gruppen): Doris J. Jensen úr Siumut í Grønlandi (m.f.), Anna-Kristiina Mikkonen úr Suomen Sosialidemokraattinen Puolue í Finnlandi (t.v.) og Eva Lindh úr Socialdemokraterna í Svøríki (t.h.).

Føroya løgting og Føroya landsstýri vóru væl umboðað við Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinnu og Akseli V. Johannesen løgmanni í sambandi við, at fyrsti norðurlandaráðsfundurin bleiv hildin í Føroyum.

Umframt limirnar í Norðurlandaráðnum, so hongur ein long røð av embætisfólkum eisini uppí, tá Norðurlandaráðið heldur fund. Her eru tað Pól Rosenmeyer Wolles, uttanríkispolitskur ráðgevi í løgmansskrivstovuni, og Lene Moyell Johansen, ríkisumboð.

Jani Kokko og Kim Berg úr Suomen Sosialidemokraattinen Puolue í Finnlandi, sum eisini eru limir í S-tingbólkinum í Norðurlandaráðnum.

Breddin hjá Kringvarpi Føroya sendi beinleiðis frá søguliga fyrsta norðurlandaráðsfundinum í Føroyum. Her er tað John Johannessen, journalistur, ið ger samrøðu við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann.

 

Er kopiera