Í myndum: Nónhamar farin sín seinasta túr

Í dag viðraði loksins, soleiðis at 60 ára gamla stállínuskipið Nónhamar kann sleipast út á Borðoyavík og søkkjast, soleiðis at tað kann brúkast at kava niður á. (Mynd: Oliver Joensen)

Skipið verður søkt á 25 metra dýpi vestanfyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani var søktur á 15 metra dýpi. (Mynd: Oliver Joensen)

 Alt dálkandi er tikið úr skipinum, áðrenn tað verður søkt. Arbeitt hevur verið við at tøma skipið í tvey ár.  (Mynd: Oliver Joensen)

Áhugabólkurin Reynsmúli stendur fyri søkkingini.  (Mynd: Oliver Joensen)

Nónhamar her eisini itið Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes, Fuglfirðingur og Helena. (Mynd: Oliver Joensen)

Mannagongdin verður, at opna botnventilarnar og síðani ganga okkurt um 4 tímar til Helena liggur á havsins botni. (Mynd: Oliver Joensen)

Ætlanin er, at skipið verður fest í botnin við tveimum akkerum á 1.000 kg hvørt og við ketum, ið viga 2.300 kilo hvør.  (Mynd: Oliver Joensen)

Er kopiera