- Tíðindi, mentan og ítróttur
11. september 2001: Dagurin, ið broytti heimin
American Airlines Flight 11 brast inn í norðara tornið á World Trade Center í New York klokkan Kl. 08:46. 17 minuttir seinni, klokkan 09:03, brast United Airlines Flight 175 inn í syðra tornið. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Táverandi amerikanski forsetin, George W. Bush, var staddur í Emma E. Booker forskúlanum í Florida, tá hann bleiv kunnaður um yvirgangsatsóknirnar móti USA. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Kl. 09:37 American Airlines Flight 77 flúgvari brast inn í Pentagon-bygningin uttan fyri Washington, D.C. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Kl. 09:59 Syðra tornið á World Trade Center rapaði eftir at hava brent í 56 minuttir. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Fólk trúðu ikki, at tornini kundu rapa, og tí vóru tey noydd at renna fyri lívinum, tá tað hendi. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Kl. 10:03 United Airlines Flight 93 verður stoytt niður í eitt graslendi í Shanksville, Pennsylvania, tá ferðafólk umborð royndu at taka yvirgangsmenninar, ið høvdu rænt flogfarið, av ræði. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Kl. 10:28 rapaði norðara tornið á World Trade Center eftir at hava brent í 1 tíma og 42 minuttir. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Fólk, ið vóru vitni til yvirgangsatsóknirnar, og kom frá tí við líviðum, fyri sálarligt og likamligt mein fyri lívið. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Tað tók fleiri ár at rudda økið, har World Trade Center-tornini stóð. Økið fekk navnið Ground Zero. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
George W. Bush, forseti, stendur á leivdunum frá World Trade Center og boðar frá, at USA fer at hevna atsóknirnar. (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Tilsamans tóku yvirgangsatsóknirnar lívið 2.977 fólkum, og hendingin broytti heimsbúskapin og trygdarreglurnar í loftferðslu munandi.
|
|























