Í myndum: triðja umfar av Sementi

Kvøldið byrjaði við føroyska/svenska bólkinum L.A.D.Y. sum spældi fjølbroyttan heimstónleik.

Næst á skránni var indiepoppbólkurin Reyn við Dávur Reynatrøð á odda. Davur gjørdist heimskendur í Føroyum, tá hann var oddamaður í bólkinum VSJ.

Síðani trein punkbólkurin Krasj á pallin. Hóast útgerðin krassjaði, so var Krasj annar bólkurin, ið spældi seg víðari til finaluna.

Frá dómarunum, fekk bólkurin millum annað rós fyri teirra útstráling og sjálvsikkurheit á pallinum.

Teir fegnu áskoðararnir lótu væl at undir framførsluni hjá Krasji.

Framførslan varð eisini serliga róst fyri ta 'suverenu pallognina' hjá forsangaranum.

Eitt av løgunum, ið ordiliga setti ferð á framførsluna, snúði seg um uppreistur ímóti vitlíki.

Millum framførslurnar gjørdi reportarin hjá Kringvarpinum, Bjartur Sigmundarson, samrøður við áskoðarar.

Bólkurin Flákra spældi nærlagdan tónleik um at finna seg sjálvan, ið fekk tey víðari til finaluna. Her er tað Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.

Lagið millum dómararnar var púra róligt undir framførsluni hjá bólkinum Flákra.

Oddakvinnurnar í bólkinum spældu bæði klaver og violin undir framførsluni. Her er tað Tina Mellemgaard. 

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, sum her spælir violin, hevur fingið eina klassiska uppaling í Musikkskúlanum í Havn. 

Bjartur Sigmundarson gjørdi samrøðu við tíggju ára gomlu Teresu, ið var so spent at vera í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð. 

Bólkurin Eija nýtti høvið á pallinum at varpa ljós á, at lívið er eittans, og at øll skulu hava ein eyka møguleika í lívinum. 

Terji Þór Brynjarsson er oddamaður í Eija, og á pallin við sær hevði hann systrina Ásu Helenu Brynjarsdóttir og Leo Lávík. 

Ein heldur róligur punkari úr Krasj, Tummas Árni Dam Christoffersen, hugnaði sær saman við áskoðarafjøldini, meðan Eija framførir.

Bólkurin Høgg og Slokk spældu tey síðstu løgini á kvøldinum, við einum nakað gátuførum og hugtakandi oddamanni.

 

Anna Iachino, dómari.

Kenslan, tá tú verður kunngjørd sum ein av tveimum Sement-finalistum. 

Fleiri kenslur, tá tú ert komin víðari.

Er kopiera