Pál 1/10 sekund frá føroyska metinum

Pál 1/10 sekund frá føroyska metinum
Pál Joensen var í morgun 1/10 sekund frá at taka føroyska metið í 200 frísvimjing  
Ragnar A. Jacobsen
Pál Joensen
15.12.2013 - 10:59

Pál Joensen hevur verið í í síni seinastu kapping í EM kappingini í Herning, tá  hann morgun svam 200 metra frísvimjing. Pál hevur sína styrki á teimum longru teinunum,  tí lá tað ikki í kortunum, at vábingurin fór at svimja seg í 200 metra frí finaluna.

Pál megnaði tó at svimja seg til eitt 26. pláss út av 81 luttakandi svimjarnum við tíðini 1.47.03.Hatta var 1/10 seknud frá føroska metinum, sum Pál sjálvur eigur.

Sum heild er Pál nøgdur við sítt avrik á Evropameistarastevuni, men irðar seg  tó yvir, at hann ikki kláraði seg betur í 400 m frísvimjing, men hann kann tó fara heimaftur við einum silvurmerki um hálsin sum hann í gjár vann á 1500 metrunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386