Jóhan Dahl trýstur

Jóhan Dahl trýstur
Løgtingsgrannskoðararnir mugu leggja fram misálit á meg, um teir halda, at okkurt er farið skeivt fram. Tað sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður
02.05.2014 - 21:33

Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ikki kunnaði løgtingið ella bað um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin hjá Standfaraskipum Landsins fyri 2013 ikki fór at halda.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum er trýstur eftir lemjandi atfinnningarnar frá løgtingsgrannskoðarunum. Hvørki leiðslan, landsstýrismaðurin ella aðalráðið handfóru játtanar- og fíggjarviðurskiftini rætt, staðfesta løgtingsgrannskoðararnir við Reimundi Langgaard á odda.

Gjøgnum árið 2013 boðaði leiðslan á strandferðsluni fleiri ferðir Johan Dahl frá, at slakar 5 milliónir krónur fóru at mangla. Kortini bað landsstýrismaðurin ikki um eykajáttan, men læt stovnin halda fram at brúka pening.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744