VIDEO: West Hercules hugtók fólk

VIDEO: West Hercules hugtók fólk
Risastóri boripallurin, West Hercules, hugtók føroyingar, tá hann stevndi inn á Skálafjørðin
Savnsmynd
West Hercules á Skálafjørðinum
21.08.2014 - 19:54

Heitt var á skip og bátar, sum eru í økinum, um at taka atlit til støddina og manneringarevnini hjá West Hercules, tá risastóri boripallurin stevndi inn um Eystnes og inn á Skálafjørðin. 

Og tað er ikki frítt, at føroyingar vóru hugtiknir av hesum óvanliga gesti, sum samstundis var óvaliga stórur. 

Nógv avmyndaðu ferðina hjá West Hercules inn á Skálafjrøðin. 

 

Nógv kavaraarbeiði

Nógv umvælingararbeiði skal gerast, og nógvur flutningur verður ímillum land og boripallin hesa tíðina.

Fyrstu tíðina verður serliga nógv kavaraarbeiði, tí heitir Runavíkar havn á óviðkomandi bátar at halda seg burtur frá virkisøkinum kring um boripallin. 

Runavíkar havn áleggur tí øllum bátum og skipum, sum ikki eru tengd at “West Hercules” og umvælingararbeiðnum, um ikki at koma nærri boripallinum enn 250 metrar. Hetta er galdandi frá komu til fráferð. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155