Ókenda andlitið handan kenda navnið

Ókenda andlitið handan kenda navnið
SV: Danski listamaðurin HuskMitNavn er heimskendur, hóast hann er ókendur, tí ongin hevur sæð andlit hansara. Í løtuni er hann í Føroyum
26.09.2014 - 21:38

Husk Mit Navn skal í næstum sína fram á framsýningini GISP Í Norðurlandahúsinum, sum er um norðurlendskar teknirøðir. Og tí er hann komin til Føroya at mála.

Husk Mit Navn hevur ein eyðkendan og speiskan stíl, sum til tíðir eisini verður lýstur at vera samfelagsrevsandi, tí hann nemur við evni og málar á støðum, sum onnur listafólk ikki gera.

Husk Mit Navn hevur millum annað málað og sýnt fram í New York, Madrid, Brussel, Cologne, Stockholm, Dresden, Napoli og Keypmannahavn. Men hann hevur eisini málað ein 130 metrar langan vegg á Roskilde festivalinum, á Mændenes hjem fyri heimleysar menn í Keypmannahavn og saman við palestinskum graffitimálarum á Vestara áarbakka.

Hetta hevur Husk Mit Navn gjørt, uttan at almenningurin hevur sæð hansara andlit - og tað hevur sínar fyrimunir, heldur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744