B36: Idiotiskt leikbann

B36: Idiotiskt leikbann
B36 vil hava reglurnar fyri leikbann broyttar. Í løtuni eru tær idiotiskar, sigur felagið
Hans Erik Danielsen
06.11.2014 - 15:44

Leygardagin møtast allir formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum á fundi í FSF. Eftirmeting av kappingarárinum er á skránni.

Eitt av uppskotinum kemur frá B36, sum vil hava reglurnar um leikbann fyri reytt kort broyttar.

Felagið heldur, at summi reyð kort geva ov harða revsing, og B36 vísir til reyða kortið hjá Hørði Askham (sí video), sum gav tríggjar dagar leikbann.

Her er uppskotið hjá B36

B36 vil við hesum seta fram uppskot, um broyting í vegleiðing til leikbann.

Endamálið er, at "idiotisk" reyð kort ikki skulu geva fleiri daga leikbann.

Ítøkiligt dømi um hetta høvdu vit sjálvi, tá Hørður Askham fekk reytt kort í 22.umfari, tá vit spældu móti Víkingi.

Talan var um brot, sum á ongan hátt kann koma undir harðskap.

Men í dómarafrágreiðingini fyri reytt kort hevur dómarin ongan annan møguleika enn at seta kross í "harðskap".

Hetta gav tríggjar dagar leikbann, og tað stendur ikki mát við brotið.

Ikki minnst um hugsað verður um, at beinleiðis vandamikið spæl - t.d. sonevndar beinbrotstakklingar verður revsað við tveimum dystum.

Vit skjóta tí upp, at dómarafrágreiðingin verður broytt, soleiðis at dómarin kann velja nei/ja var talan um vandamikið/skaðiligt brot.

Samstundis eigur vegleiðingin til leikbann at broytast, so brot av hesum slag bert geva tann eina dystin í leikbanni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096