Hevur vissu fyri, at psykiatriin verður raðfest

Hevur vissu fyri, at psykiatriin verður raðfest
Tormóður Stórá hevur tikið av starvinum sum leiðari á Psykiatriska deplinum. Hann heldur, at økið hevur fingið fleiri politiskar vinir
20.01.2015 - 20:30

- Psykiatriska økið hevur fingið fleiri vinir, eisini í politisku skipanini, og tí vænti eg, at vit fáa eina meiri framsókna og nútímans psykiatri í framtíðini.

Tað sigur Tormóður Stórá, sum júst hevur tikið við einum nýggjum skeiði sum yvirlækni á Psykiatriska deplinum.

Hann ivaðist leingi, um hann skuldi taka av, tí hann helt tað vera ógreitt, um økið bleiv raðfest í politisku skipanini.

Tormóður Stórá sigur, at hann nú hevur fingið vissu fyri, at peningur verður tøkur til at raðfesta psykiatriska økið.

Sí samrøðu við Tormóð Stórá, sum var gestur í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213