Dýr tunnilskanning

Dýr tunnilskanning
Løgtingið má hava meira enn hálva áðru millión krónur afturat til kanningina av Skálafjarðartunnlinum
05.05.2015 - 08:15

Formansskapurin biður Løgtingið um 1,65 milliónir krónur í eykajáttan til kanningararbeiðið.

Orsøkin er, at verandi játtan, sum fevnir bæði um kanningina av málinum um Skálafjarðar-tunlinum og um Grein 19-nevndina, ikki røkkur til útreiðslurnar.

Kanningin av Skálafjarðartunlinum verður liðug í summar og fer væntandi at kosta 5,5 milliónir krónur. Harav skulu 2,6 milliónir gjaldast í ár.

Higartil í ár hevur formansskapurin goldið 910.000 kr til kanningina av Skálafjarðartunlinum, og nú mangla pengar í at gjalda restina av kanningini.
Uppskotið um eyka-játtanarlóg fær 1. viðgerð á tingfundi í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519