Røtt málsviðgerð í Fíggjarmálaráðnum

Røtt málsviðgerð í Fíggjarmálaráðnum
Tað var rætt av Fíggjarmálaráðnum at beina málið um innlit til TAKS, sigur Umboðsmaðurin
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
18.04.2016 - 19:59

Fíggjarmálaráðið fylgdi røttu mannagongdunum, tá ráðið beindi eina innlitsumbøn til TAKS at taka støðu til, heldur enn sjálvt at viðgera umbønina. 

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru um Fíggjarmálaráðið.

Kæran var frá Eivindi Jacobsen, útvarpsmanni á R 7, ið vildi hava innlit í samskiftið millum Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjarmálaráðið.

 

Eivind Jacobsen hevur eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til Landsstýrismálanevndina, tí hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti EIK Banka.

Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið hjá EIK at gera. Um so er, heldur hann hana vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú.

Landsstýrismálanevndin skal viðgera kæruna um Kristinu Háfoss á fundi í morgin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018