Leiðarar í vesturheiminum hótta Ísrael við tiltøkum

Leiðarar í vesturheiminum hótta Ísrael við tiltøkum
Heldur Ísrael ikki aftur við álopum og loyvir neyðhjálp inn í Gasa, verður neyðugt at taka ítøkilig stig, siga leiðararnir
Palestinar í Gasa flýggja undan herdu ísraelsku álopunum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.05.2025 - 09:26

Fleiri leiðarar í vesturheiminum hótta nú Ísrael við revsitiltøkum, um Ísrael ikki gevst við herdu álopunum í Gasa, og um Ísrael ikki loyvir neyðhjálp at sleppa inn í Gasa.

Tað eru bretski forsætisráðharrin Keir Starmer, franski forsetin Emmanuel Macron og kanadiski forsætisráðharrin Mark Carney, sum í eini felags yvirlýsing siga, at tað als ikki kann góðtakast, at Ísrael forðar fyri allari neyðhjálp, og at tað er á markinum at vera brot á altjóða humanitera lóg.

Teir tríggir vísa á, at álopið á Ísrael 7. oktober 2023 var ræðuligt, og at teir altíð hava stuðlað rættinum hjá Ísrael at verja sínar borgarar móti yvirgangi.

"Men hendan eskaleringin er als ikki samsvarandi", siga teir tríggir og leggja afturat, at um Ísrael ikki heldur aftur við álopunum og ikki loyvir neyðhjálp inn í Gasa, verður neyðugt at taka ítøkilig stig.

 

Ísrael loyvdi í gjár fimm lastbilum hjá ST inn í Gasa við neyðhjálp, millum annað við mati til pinkubørn. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Ísrael skal gevast við búsetingum

"Vit eru ímóti øllum royndum at víðka um búsetingarnar á Vestara áarbakka. Ísrael skal gevast við búsetingum, sum eru ólógligar og taka grundarlagið undan einum palestinskum stati. Vit fara ikki at drála við at taka víðkað stig, herundir eisini miðvís tiltøk", siga teir tríggir leiðararnir.

Eisini danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen segði í gjár á Facebook, at Ísrael eigur alt fyri eitt at tryggja skjóta og trygga atgongd til neyðhjálp í Gasa.

Uttanríkisráðharrar úr 22 londum, harímillum Bretlandi, Fraklandi og øllum Norðurlondum, sendu eisini í gjár eina yvirlýsing út, har kravt verður, at Ísrael alt fyri eitt loyvir neyðhjálp at sleppa inn í Gasa, og at ST og aðrir hjálparfelagsskapir skulu kunna arbeiða óheft fyri at bjarga lívum í Gasa.

Ísrael loyvdi í gjár fimm lastbilum hjá ST inn í Gasa við neyðhjálp, millum annað við mati til pinkubørn. Tað var fyrstu ferð í 80 dagar, at neyðhjálp slapp inn í Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979