Eiga at hugsa meira um fyribyrging enn um revsing

Eiga at hugsa meira um fyribyrging enn um revsing
Formaðurin í nevndini, sum hevur eftirlit við varðhaldsfangum, var gestur í Degi og Viku
17.05.2016 - 20:36

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, sum er formaður í nevndini, sum hevur eftirlit við, at varðhaldsfangar í Føroyum hava nøktandi umstøður, staðfestir, at viðurskiftini í arrestini í Mjørkadali eru ikki nóg góð.

Nevndin var herfyri á vitjan í Mjørkadali og fekk tilsøgn um, at Kriminalforsorgin ætlar at bøta um ávís viðurskifti.

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at fangarnir koma útaftur til tað sama, tá teir eru lidnir at sita dómin, og tí eigur størri dentur at verða lagdur á fyribyrging enn um revsing.

Hetta kann gerast við, at fongsulsverkið samstarvar við útbúgvingarstovnar og arbeiðsmarknaðin, sigur hann.

 

Djóni Nolsøe Joensen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652