VIDEO: Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í ÍSF

VIDEO: Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í ÍSF
Elin Heðinsdóttir Joensen er nýggjur forseti í ÍSF, og friður valdar fyribils í Ítróttarsambandi Føroya
Benjamin
Elin Heðinsdóttir Joensen er fyrsta kvinna, ið er ÍSF-forseti
20.05.2016 - 22:27

ÍSF hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forseta. Elin Heðinsdóttir Joensen, sum hevur verið forkvinna í Fimleikasambandinum varð í kvøld vald.

ÍSF telur enn 16 sersambond

Tað hevur verið sera ófriðaligt kring Ítróttarsamband føroya seinastu vikurnar.

Allan dagin hevur verið gitt um, at Svimjisambandið, Hondbóltssambandið og Flogbóltssambandið fóru at taka seg úr felagsskapinum.

Tey hava verið ónøgd um, hvussu pengarnir sum ÍSF fær frá landinum og veddingarinntøkum verða býttir millum sersambondini.

Men nú er friður - eina løtu í hvussu er. Sum skilst vilja hesi trý sersambondini geva nýggju starvsnevndini ein kjans.

Nýggj starvsnevnd

ÍSF hevur eisini fingið fýra nýggjar starvsnevndarlimir. Jón Hestoy og John Kjær eru valdir í fýra ár. Sigurd Rasmussen og Schandorff Vang eru valdir í tvey ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096