Mismunur í fiskidagauppskotinum

Mismunur í fiskidagauppskotinum
Uppskotið um lækking av fiskidøgunum rakar bara línuskip og útróðrarbátar. Trolarar fáa frið, hóast teir eisini veiða tosk og hýsu.
16.08.2016 - 21:50

Grundgevingin fyri at lækka fiskidagarnar komandi fiskiár, er, at veiðitrystið á toska- og hýsustovnarnar er ov høgt. Men, ikki øll skip, sum veiða tosk og hýsu, verða rakt av lækkingini, um hon verður samtykt. Sambært veiðihagtølum hjá Vørn var toskaveiðan í føroyskum sjógvi í 2015 soleiðis býtt á skipasløgini.

Trolarar fingu 15,6% av toskinum í Føroyum
Línuskip fingu 30,6%
Stóru útróðrarbátarnir 28,7%
og lítlu útróðrarbátarnir fingu 25,1%

Men, toskurin og hýsan, sum endar í trolunum í bólki 2, er hjáveiða, og tí hevur Havstovan mælt til at lata trolarar fáa frið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565