Dragin og Norðlýsið ikki verd at varðveita

Dragin og Norðlýsið ikki verd at varðveita
Søvn Landsins hava gjørt av, at skipini skulu missa stuðul til bæði viðlíkahald og rakstur
07.04.2017 - 20:33

Søvn Landsins halda ikki, at Norðlýsið og Dragin eru verd at varðveita longur, og tí hava tey mist allan stuðul til viðlíkahald og rakstur.

Hetta niðurlaðar sjálvbodna arbeiðið, sum er gjørt fyri at varðveita gomlu træskipini fyri eftirtíðina, sigur formaðurin í Grunninum fyri Dragan.

Landsstýrismaðurin, sum setti lógina í verk í 2013, sigur, at hetta er eitt beinleiðis lyftisbrot.

Virkandi stjórin á Søvnum Landsins, Rúni Rasmussen, sigur, at nøkur skip hava kært avgerðina, og meðan málini verða viðgjørd, hava Søvn Landsins onga viðmerking.

Kærufreistin er úti 20. apríl.

Í innslagnum verður sagt, at lógin kom í gildi í 2003. Tað rætta er 2013.

Haldið okkum til góðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542