Helgi Dam Ziska føroyameistari í talvi

Helgi Dam Ziska føroyameistari í talvi
Kringvarpið var á staðnum, tá Helgi Dam Ziska vann føroyameistarakappingina í landsliðsbólknum. Her er samrøða við nýggja føroyameistaran
15.04.2017 - 19:33

Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. 

Helgi telvaði økonomiskt og kanska eitt sindur taktiskt. Hann tóktist ikki at kýta seg av øllum alvi at vinna hvørt talv. Tap var ikki í hendi í nøkrum føri. Hann fór ósigraður gjøgnum kappingina; vann trý og telvaði hini trý jøvn. 

Í seinasta umfari í dag vann Helgi við svarta fólkinum á Martin Poulsen.

Talvið millum John Rødgård og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt. Í meistarabólkinum telvaðu allir tvær ferðir hvør móti øðrum.

Helgi vann bæði talvini móti Martin Poulsen, móti Høgna vann hann annað og telvaði hitt javnt, men móti John endaðu bæði talvini jøvn.

Hinir tríggir vunnu og taptu hvør fyri øðrum, og høvdu ikki sama tryggleika í spælinum sum Helgi. 

Endaliga støðan í meistarabólkinum 

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 4½
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3
3. IM John Rødgård, VT 2½
4. Martin Poulsen, HT 2

Hinir bólkarnir

Telvað var eisini í 1. bólki, almennum bólki og unglingum. Úrslitini vóru:

1. bólkur (10 luttakarar)
1. Rógvi Mortensen, HT 6½
2. Rógvi Dragaberg, KTF 5½
3. Christian-Horatio Filip 5½

Almennur bólkur (15 luttakarar)
1. Esbern Christiansen, KTF 7½
2. Henrik Eskildsen, GT 6
3. Leif Reinert Fjallheim, HT 5½

Unglingar (11 luttakarar)
1. Jón í Horni Nielsen, ST 7 (vann umdyst)
2. Ragnar Weihe, ST 7
3. Luitjen Akselsson, HT 6½

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552