Eins og áarstreymur rennur við Signar í Homrum

Eins og áarstreymur rennur við Signar í Homrum
Signar í Homrum vitjaði morgunsendingina í morgun í samband við dagføringina av Okkaru sangbók. Morgunsendingin nýtti høvið at fáa ein sang
01.03.2018 - 13:41

Tey flestu kenna Okkara Sangbók og Grønu sangbók. Flest húskið í landinum munnu hava báðar sangbøkurnar standandi, flestastaðni nógv brúktar og aðrastaðni minni brúktar. Flestu sangtekstir í dag eru at finna á netinum, og Okkara Sangbók er eisini at finna sum app til snildfon.

Fyrra útgávan kom í 2006, og hevur ikki verið at fingið í fleiri ár. Nú hava Ernst Olsen og Signar í Homrum ætlanir at geva Okkara Sangbók út av nýggjum, í einari dagførdari útgávu. 

Í samband við hetta nýtti Morgunsendingin høvið at biðja Signar um eitt lag. Signar fekk hjálp av okkaru heilt egna Kringvarpskórið. 

Í filmsbrotinum omanfyri syngja tey Eins og áarstreymur rennur, ið sjálvandi eisini er at finna í sangbókini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329