Skapanarlæran ger kristindómin til grin

Skapanarlæran ger kristindómin til grin
Tað er eingin andsøgn ímillum kristindóm øðrumegin og menningarlæruna hinumegin, heldur Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði og granskari á Havstovuni
12.04.2018 - 12:08

Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, er játtandi kristin, og hann heldur, at tað ikki er andsøgn millum kristindómin og menningarlæruna. Hetta kemur til sjóndar í fimta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld.

Í somu sending sigur Jastrid Høj, skúlastjóri í frískúlanum hjá Kelduni, at menningarlæran er í stríð við bíbilsku skapanarsøguna, og hetta fáa næmingarnir at vita í undirvísingini í lívfrøði í skúlanum hjá Kelduni. Sí brot við Jastrid Høj her. 

Men Sjúrður Hammer er ósamdur:

- Vit skulu vera varin við at gera kristnu trúnna til grin og halda fast um eina barnsliga og banala tulking av Bíbliuni, sigur Sjúrður Hammer.

Tá Charles Darwin legði fram sítt ástøði um menningarlæruna í bókini Origin of Species frá 1859, byrjaði eitt drúgt stríð ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum, var ovboðið fyri kirkjuna. Og hóast nógv kirkjusamfeløg við tíðini hava góðtikið menningarlæruna, er hetta stríðið framvegis aktuelt.

Sí brotið við Sjúrði Hammer úr fimtu sending omanfyri.

Fimti partur verður í sjónvarpinum í kvøld kl. 19.20. Tú kanst sjálvandi eisini hyggja á heimasíðu okkara, tú finnur partin her. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435