Ivi sáddur um gegni

Ivi sáddur um gegni
Ivi er nú sáddur um gegnið hjá Kristiani Eli Zachariassen, limi í Havna- og Vinnunevndini, í málinum um innhegning hjá Bakkafrosti
privat mynd
08.10.2018 - 19:40

Orsøkin er, at Kristian Eli Zachariassen sjálvur starvast hjá Bakkafrost.

Bakkafrost hevur sent Klaksvíkar kommunu umsókn at innhegna 50 metrar langt øki á havnalagnum í Klaksvík, fyri at halda ferðslu burtur.

Hilmar Høgenni frá kommunala eftirlitinum sigur, at eingin hevur sent eina klagu inn til teirra um gegni hjá Kristiani Eli Zachariassen í hesum málinum. Kommunala eftirlitið kann av sínum eintingum taka mál um gegni upp til viðgerð, men tað hava tey ikki tikið støðu til í hesum málinum, og tí vilja tey heldur ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið.

Foto: Mathias Dimon Næs

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717