Glasir: Landsverk gjørdi munnligar avtalur

bannari
Glasir: Landsverk gjørdi munnligar avtalur
Mentamálaráðið visti einki um hesar avtalur
22.01.2019 - 20:11

Landsverk gjørdar bara munnligar avtalur við undirveitarar í tíðini uppundir, at miðnámsskúlin í Marknagili skuldi verða avhendur.

Nógvar av ógoldnu rokningunum stava frá hesum avtalum, sigur Landverk í skrivi, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Landsverk hevði skund, og vildi hava skúlan lidnan til ásetta tíð.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at Mentamálaráðið visti einki um hesar avtalur. 

Hvørki núverandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, ella fyrrverandi stjóri, Ewald Kjølbro, vilja gera samrøðu við sjónvarpið um málið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444