Hvat er í føroyska matinum?

Hvat er í føroyska matinum?
Vilt tú vita, hvat tað er, tú etur, tá tú fært ein góðan føroyskan bita, ber til at fara inn á hfs.fo og leita í føðslutalvuni
 
06.05.2024 - 11:23

Hvussu nógv kolesterol er í toskarognum, og hvussu nógv A-vitamin er í knettum? Um tú hevur brúk fyri at vita hetta, so kanst tú leita í føðslutalvuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Londini rundan um okkum hava reglur fyri merking av vørum, soleiðis at til ber at síggja, hvat tað er, tú etur, men soleiðis er ikki við serføroyskum mati, sum er framleiddur til føroyska marknaðin. Her er einki krav um, at framleiðarin skal seta føðsluupplýsingar á.

Tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sett upp eina talvu, við hjálp frá summum av framleiðarunum, soleiðis at føroyingar betri kunnu halda seg vitandi um tað, vit eta.

 

Malan Mikkelsen, deildarleiðari á matvørudeildini, og Gyða í Gongini, kostfrøðingur, vitjaðu í útvarpsstovuni.

Talvan er at finna her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129