Stórtalent til Svøríkis

Stórtalent til Svøríkis
European Open sigurin hjá føroyska U17 landsliðnum í fjør fekk IK Sävehof at lata eyguni upp fyri Eliasi á Skipagøtu.
Savnsmynd
Elias á Skipagøtu í dysti fyri Føroyar
14.02.2020 - 10:53

Ungi spælskiparin hjá hoyvíkingum hevur gjørt fýra ára sáttmála við svenska meistarafelagið. Elias spælir tó kappingarárið í Føroyum liðugt, áðrenn hann flytir til Svøríkis í summar.

Næsti dystur á skránni hjá Eliasi er steypafinalan, sum H71 spælir ímóti Kyndli í morgin. 

Í steypafinaluni hjá kvinnum hittast H71 og VÍF. Kvinnufinalan byrjar kl. 13.30, og mansfinalan kl. 16.

Kringvarpið vísir steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í sjónvarpinum, og vit byrja at senda kl. 13.20.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096