- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atli má vera heima
Atli má vera heima
6 ára gamli Atli kann ikki fara á stovn mánadagin. Hann hevur autismu og tolir ikki broytingar í gerandisdegnum.
17.04.2020 - 19:51
Á Strondum býr seks ára gamli Atli. Hann hevur fingið staðfest infantila autismu, og tann diagnosan ger, at lívið á dagstovni kann vera ein avbjóðing - serliga nú korona ávirkar dagstovnaøkið.
Í 2017 gjørdist Atli sera sjúkur, og var innlagdur á Landssjúkrahúsinum í tveir mánaðir. Atli misti tá fleiri av sínum førleikum, so sum at tosa og eta sjálvur.
Mamma hansara ræðist nú at ov nógvar bróytingar í gerandisdegnum hjá Atla fara at ávirka hansara menning og førleikar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV





















