Sleppur ikki aftur í skúla fyri summarfrítíðina

bannari
Sleppur ikki aftur í skúla fyri summarfrítíðina
Sára Michelsen saknar skúlastovuna. Fjarundirvísingin er einasta tilboð til hundraðtals fólkaskúlanæmingar fyri summarfrítíðina
Sára Michelsen er ein av fleiri hundrað fólkaskúlanæmingum, sum ikki sleppa aftur í skúla fyri summarfrítíðina
01.05.2020 - 20:07

Tá landsstýrið í gjár boðaði frá, hvussu samfelagið spakuliga letur uppaftur, gjørdist samstundis greitt, at fleiri hundrað fólkaskúlanæmingar sleppa ikki aftur í skúlastovurnar fyri summarfrítíðina. Teirra skúlatilboð er tí avmarkað til fjarundirvísing umvegis telduna.

Talan er um 6., 7., 8. og 10. flokk í fólkaskúlanum, sum ikki sleppur aftur í skúla. 

Á tíðindafundi í gjár boðaði løgmaður frá, at 4. flokkur byrjar aftur nú mánadagin 4. mai. 5. flokkur byrjar mánadagin 11. mai og 9. flokkur byrjar aftur mánadagin 18. mai.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533